Long um livitíðina



Góð gerandisráð, so tíni silvurprýði halda tað longri 😉 🙋 

 
  1. Tak tíni prýðir av, tá tú vaskar hendur ella fer í bað, soleiðis at sáburestir ikki liggja eftir.

  2.  Tak prýðini av, tá tú koyrir luktilsi, hárspray, olju, krem og annað á teg.

  3. Sov og ven ikki við tínum prýðislutum. Her sveittar tú ofta meira og sveittin fær ikki dampað burtur, har prýðisluturin er. Væta er sum heild ikki gott fyri silvur.

  4. Tak prýðini av, tá tú gert mat. Serliga tá talan er um rótfruktir, egg og leyk, tí ið hesum eru ofta stórar mongdir av svávul.

  5. Goym ikki tínir prýðislutir á wc’inum, har brúsa ella baðikar er. Luftvætan skal verða so lítil sum møgulig, har silvurprýðini verða goymd.

  6. Um tú ikki brúkar tíni silvurprýði í longri tíð, goym teir so millum annað í einum lufttøttum posa, eskju ella skríni, so luft ikki sleppur til.

  7. Eitt gott ráð er, ikki at hava fleiri prýðislutir í sama posa, eskju ella skríni, tá silvur lætt kann skøva. 

Tað er ikki møguligt at verja silvur prýðini 100% frá gongdini av súrevningini (oksideringini), ið skapar tann myrka litin, ið legst omaná silvur prýðir. Silvur ávirkast nevniliga av sera nógvum, ið vit møta í gerandisdegnum, men tíbetur finnast góð ráð fyri, at títt silvur kann verða blankt í longri tíð og halda tað longri.